Seinnapartin í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp á trolvirkinum Vónini við Norðskála. Ein spentur neilonendi slitnaði og rakti ein mann í andlitið.
Løgreglan fekk fráboðan um óhappið umleið klokkan 14.30. Maðurin varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið til viðgerðar, men í morgun var ógreitt, hvussu støðan hjá honum var.
Løgreglan sigur, at tað eru fastar mannagongdir í slíkum málum, og tí fekk Arbeiðseftirlitið boð um hendingina. Bæði løgregla og Arbeiðseftirlitið vóru á ðstaðnum og kanna nú umstøðurnar kring óhappið.
Tað er ógreitt, hvussu óhappið hendi, men kanningar skulu nú staðfesta, um nøkur trygdarbrek vóru.