Gamal handilsbygningur í Vágsbotni til sølu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Gamli handilsbygningurin í Vágsbotni, har Miðlahúsið hevur húsast síðan 2004, er nú settur til sølu í samtarvi millum meklarafyritøkurnar Skift og Nira. Bygningurin er sambært sølulýsingini bygdur í 1815 og er sostatt meira enn 200 ára gamal.

Føroya Møblasøla, ella Idémøblar, eigur bygningin, sum teir sæmbært tinglýsingini keyptu fyri 11 milliónir krónur frá P/F Valdemar Lützen í 2018.

Í sølulýsingini stendur, at talan er um ein forkunnugan og søguligan bygning, ið hevur hýst handilsvirksemi seinastu 200 árini. Eisini verður sagt, at bygningurin stendur í einari av bestu staðsetingum í Havn.

– Stuttsagt er talan um eina perlu mitt í havnini, har menningarmøguleikarnir eru sera stórir, sigur meklarafyritøkan Skift.


Kongiligi Einahandilin bygdi bygningin í 1815. Í 1856 keypti Restorffshandil húsini og átti tey til 1927, tá ið Zacharias Heinesen keypti húsini og hevði handil har, til hann fór á húsagang í 1953. Tá keypti P/F Valdemar Lützen bygningin og átti hann, til hann var seldur til Føroya Møblasølu í 2018.

Nú er søguligi bygningur so aftur til sølu.