Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíðarskúlan og Samspíran í Nes kommunu

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Størvini eru til Frítíðarskúlan og Samspíran á Toftum. Tey, sum gerast námsfrøðingar í summar, eru eisini vælkomin at søkja.

Í Samspíranum eru 2 stovur, og er opin frá 7.30 til 17.00. Samspírin er eitt skúlabólka tilboð til børn í aldrinum 6-7 ár. Vit stremba eftir at geva øllum børnum mennandi og aldurssvarandi avbjóðingar á stovninum, ið taka støðið í einstaka barninum og tess førleikum.

Í Frítíðarskúlanum eru børn í 1.fl. og 2.fl. aftaná skúlatíð. Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar. Havast skal í hug at hettar er frítíðin hjá børnunum.

Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar fyri at verða úti í náttúruni.

Á stovninum eru uml. 80 børn. Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum at byrja 11.08.25 til Frítíðarskúlan og Samspíran. Størvini eru 25 og 30 tímar. Talan er um føst og tíðarmarka størv.

Vit bjóða:

• Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum

• Møguleika fyri persónligari menning

• Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

Vit ynskja at umsøkjarin:

• Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum

• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við   barninum

• Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd

• Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Setanarviðurskifti

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara á tlf. 565023/565043

Umsóknir

Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2025.

Nes kommuna

Toftavegur 3

650 Toftir

www.nes.fo

nes@nes.fo