Ein stór vísindalig verkstova um arktisk vísindi er í dag og í morgin á Fróðskaparsetri Føroya. Umleið 65 granskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark eru savnaðir í Frælsinum í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya er vertur.
Endamálið við verkstovuni er at menna tvørfakliga gransking og samstarv. Á skránni eru framløgur, orðaskifti og bólkaarbeiði, umframt vitjanir hjá Bakkafrost, SEV og radaranum á Sornfelli.
Í vælkomurøðuni vísti rektarin á Setrinum, Martin Tvede Zachariasen, á, at Føroyar hava týdningarmikla gransking við arktiskum relevansi:
– Vit kanna, hvussu tilflytarar verða integreraðir í føroyska samfelagið, tryggleika og geopolitikk í Norðuratlantshavi, søgu og fornfrøði, umhvørvi og nógv annað, segði Martin Tvede Zachariasen.
Eisini varð dentur lagdur á týdningin av nýggjum samstarvsleiðum innan gransking.
Samstundis hevur Grønland saman við Føroyum og Danmark nú yvirtikið formansskapin í Arktiska ráðnum til 2027. Grønland fær leiðandi leiklutin, meðan Føroyar hava varaforkvinnusessin.
Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Sirið Stenberg, sigur um nýggja leiklutin:
– Føroyski næstformanssessurin gevur okkum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis, serliga innan gransking.