476 teknað maskott til Oyggjaleikirnar 2027

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Næstan 500 hava sent inn uppskot til maskott hjá Betri Oyggjaleikum 2027. Neyva talið er 476.

Uppskotini eru frá børnum, ungum og vaksnum, og tey eru fjølbroytt. – Uppgávan hjá dómsnevndini verður trupul, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari.

Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna og staðfesta, at teknikappingin vísir, hvussu breitt leikirnir fevna, og hvussu væl fólk taka undir við teimum.

Í 1989 var maskotturin á Oyggjaleikum ein lundi, Piddi, og nú skal ein nýggjur maskottur finnast. Ein dómsnevnd velur vinnandi uppskotið millum tey knapt 500, sum eru komin inn.

Freistin at senda uppskot var úti 7. mai, og nú verður øll uppskot skrásett, áðrenn vinnarin verður funnin.

Tey seks samstørvini hjá Betri Oyggjaleikum lata hvør sítt gávukort upp á 2.000 krónur. Vónin er at hava funnið vinnarin um mánaðarskiftið.