Hallur Hansson tvey ár afturat í KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hallur Hansson hevur skrivað undir ein nýggjan sáttmála við KÍ fyri kappingarárini 2026 og 2027. Hann er sera fegin um umstøðurnar í felagnum, viðhaldsfólkini, og tað sterka toymið við góðum leikarum, venjarum og hjálparfólkum.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, leggur dent á týdningin hjá Halli fyri liðið, bæði undir dysti og í dagliga venjingararbeiðinum.

Hann kallar Hall fyri ein leiðara og ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini. Við nýggja sáttmálanum vísir Hallur á, at hann trýr upp á prosjektið og vil verða ein partur av menningini hjá KÍ.

Hallur var darvaður av skaða í fjør og var um at leggja gaggurnar á hillina, men í ár kennir hann seg væl og hevur fokus á komandi dystirnar. Hann sigur seg fyrst og fremst hugsa um at vinna næsta dyst.

Næsta stóra avbjóðingin hjá KÍ verður dysturin móti HB á dýra biðidag í Gundadali klokkan 17.15.