Tvøroyrar kommuna viðhald frá Kærustovninum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Kærustovnur hevur staðfest, at byggimálsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu í samband við at víðka virksemi hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyru hevur verið lóglig og røtt. Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimsíðu síni.

Málið hevur verið drúgt. P/F Varðin Pelagic søkti um byggiloyvi til eina lýsi- og proteinverksmiðju á havnalagnum í Tvøroyri í desembur 2022.

Viðgerðin hevur fevnt um fleiri kærur, men Føroya Kærustovnur hevur í dag givið kommununi viðhald og staðfest, at byggiloyvið var givið sambært galdandi lóggávu.

Avgerðin er endalig innan fyrisiting. Men tað er møguligt at kæra sjálva avgerðina um byggiloyvi til sivila rættin áðrenn eina kærufreist á seks mánaðir.

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, fegnast um avgerðina.