Landsstýrið tikið lán á 1,32 milliardir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya Landsstýri tók í gjár eitt lán á 1,32 millardir krónur við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands. Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán á 1,645 millardir krónur, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2025, umframt at fíggja hallið á fíggjarlógini í 2023 og 2024 og tryggja landsins gjaldføri.

Lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 22. mai 2028. Áljóðandi rentan er 2,375 prosent, og effektiva rentan er 2,419 prosent. Rentan á nýggja láninum er lægri enn rentan á láninum, sum varð tikið í mai í fjør, tá áljóðandi rentan var 3,25%.

Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir, at landskassin skal rinda meira í rentum fyri síni lán. Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna, og sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl. Eftirspurningurin var størri enn tær 1,32 millardir krónur, ið tørvur var á.