Óli valdur til mest týðandi leikara í Svøríki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tað gongur bara ein veg í føroyskum hondbólti. Tað er upp eftir, og tað heldur fram.

Føroyski landsliðsleikarin, Óli Mittún, er kosin nú kosin til mest týðandi leikarara í bestu svensku deildini, Handbollsligan. Óli fekk 48 prosent av atkvøðunum. Hann var eisini toppskjútti í kappingini.

Hoyvíkingurin hevur spælt við IK Sävehof í trý kappingarárið , men flytur í summar til danska felagið GOG.

Í 2022 vann systkinabarnið hjá Óla, Elias á Skipagøtu heiðurin sum mest týðandi leikari í Svøríki. Hann spældi eisini við IK Sävehof, til hann í 2023 skiftir til týska stórfelagi TWH Kiel.

Komandi kappingarár verður Isak Vedelsbøl einastu føroyski leikarin í IK Sävehof.