Jákup Sverri kannað sild og svartkjaft norðanfyri

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jákup Sverri hevur verið á kanningartúri fyri Havstovuna eftir sild og svartkjafti í einum øki norðanfyri. Kanningin, sum fór fram í tíðarskeiðinum 1. til 12. mai, hevði til endamáls at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í økinum.

Sildin var serliga at síggja í íslendskum og altjóða sjógvi, meðan lítið var at síggja norðarlaga í føroyska sjóøkinum og vestur móti Íslandi. Meira enn helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin varð funnin vestast í kanningarøkinum.

Svartkjaftur var bert at finna eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin var heitari. Flestu svartkjaftarnir vóru 3 og 4 ára gamlir, men nakað av ársgomlum svartkjafti var eisini uppi í.

Hesin kanningartúrurin hjá Jákup Sverra er partur av altjóða felagskanningum undir ICES, har Føroyar eru við saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark. Endaligu úrslitini verða tøk um miðjan juni, tá ið tølini frá øllum skipunum eru viðgjørd.