Við orðunum “fyri teg, fyri meg, fyri Føroyar” hevur Handilsfelagið sett í verk eitt nýtt lýsingaátak, sum minnir á týdningin av at keypa lokalt. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
– Tað er ikki longur ein sjálvfylgja, at handlar eru í nærumhvørvinum, verður sagt í átakinum
Seinastu árini hevur verið greitt, at fleiri handlar á smáplássum eru latnir aftur. Tí vil felagið varpa ljós á týdningin av at brúka lokalar handlar – fyri teg, fyri meg, fyri Føroyar.
Lýsingafilmarnir verða vístir í sjónvarpi, biografinum og á sosialum miðlum. Teir leggja dent á søguna hjá føroyskum handilslívi, har samanhald og dirvi hava havt avgerandi týdning.
Í átakinum verður eisini sagt:
– Eitt arbeiðspláss er nógv meira enn løn og uppgávur. Tað er ein dreymur, og tað krevur dirvi at skapa nakað úr egnari visjón.
Handilsvinnufelagið, sigur at handlarnir eru ikki bara stað, har vørur verða seldar, men har fólk møtast, práta og skapa tryggleika í nærumhvørvinum
Við átakinum vil Handilsvinnufelagið minna á, at vit øll hava ábyrgd av at halda lív í føroyskum handilsvirki. Tá vit velja at keypa lokalt, stuðla vit arbeiðsplássum, trivnaði og samfelagnum, har vit ynskja at liva og virka.