– Vit gleðast um at kunngera, at Michael Schjønberg vendir aftur til Dungasand. Tað skrivar 07 Vestur á Facebook.
Schjønberg vandi besta mansliðið hjá 07 Vestur við hepnari hond frá januar 2022 til juli 2023.
Síðan Schjønberg leitaði sær aftur til Danmarkar, hevur hann havt sáttmála við AGF, har hann hevur vant besta kvinnuliðið, ið júst var flutt upp í bestu deildina, tá hann tók yvir.
– Schjønberg hevur hildið sambandið við 07 Vestur við líka síðan hann fór, og hann er klárur at byrja beinanvegin, hóast hann hevði sáttmála við AGF fyri 2025/2026 eisini, sigur Jón Nordendal ítróttarstjóri.
– Framgongdin hjá felagnum var stór undir hansara leiðslu, og avgerðin hjá nevndini var tí ikki trupul at taka, tá vit fingu høvi at fáa Schjønberg aftur til felagið, sigur Jón Nordendal víðari.
Martin Wood, Anders Houmann, Ivan Stojkovic og Jóanis Viderø Petersen halda fram í toyminum sum ávikavist hjálparvenjari, fysiskur venjari, málmansvenjari og fysioterapeut.
Schjønberg kemur til landið mánadagin og kemur at standa á síðulinjuni, tá ið 07 Vestur tekur móti B68 á Dungasandi.