Betrideildin 10. umfar: HB fyrsta lið at taka stig frá KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HB gjørdist í gjár fyrsta liðið at taka stig frá oddaliðnum KÍ. Víkingur knógvaði EB/Streymi. 07 Vestur reistist eftir venjaraskiftið. Og B68 vann góðan sigur á B36.


HB sær út til at hava vent gongdini við nýggja venjaranum André Olsen, og eftir góða sigurin móti Víkingi, fylgdi HB upp við at gerast fyrsta liðið, sum megnaði at taka stig frá oddaliðnum KÍ.

KÍ hevði tað mest spælinum, og legði seg eisini fram um, tá ið 17 minuttir vóru spældir. Eitt innlegg lumapði Bjarta Mørk í málinum hjá HB, og hann kláraði bara at boksa bóltin út til Patrik Joannesen, sum skoraði.

KÍ hevði framhaldandi bóltin, og HB fór ikki longri fram á vøllin fyrr enn seinstu løtunan, og tað gav úrslit í seinasta minutti. Ein bóltur varð sendur inn fyri málið hjá KÍ, sum ikki kláraði at rudda burtur. Bólturin datt fyri føturnar á Sammy Skytte, sum javnaði til 1-1.

Stór frøi í HB-húsinum, og nú ljóðar eisini, at André Olsen helst verður settur í fast starv sum venjari í HB.


Verandi meistarar úr Víkingi komu longu aftur um í 13 minutti móti EB/Streymi á Eiði.
Boubacar Sidik Dabo legði heimaliðið fram um. Men longu fyri hálvleik vendu teir úr Eysturkommunu gongdini. Jørgen Nielsen javnaði í 38. minuttir, og tvær minuttir legði 13 blaðungi Jónatan Lervig Víking fram um. Í seinni hálvleik kom einki mál, og Víkingur hevði harvið trý stig við sær heim aftur.


Fyrr í vikuni steðgaði samstarvið millum 07 Vestur og venjaranan Dan Birmsvík, og venjaraávirkanin sást longu í fyrsta dysti. Undir fyribils venjaranum, Sigtór Petersen, heilt einfalt bukaði 07 Vestur TB av. Longu í fyrra hálvleiki skoraði 07 fýra ferðir, og í seinna hálvleiki skoraðu teir eitt mál afturat. Mikkel Elbæk Jakobsen, Jonathan Timothy Flensborg tvey mál, Mikkel Hyllegaard og Filip Drinic skoraðu málini. Í næsta umfarið verður Michael Schønberg venjari hjá 07, tá ið teir taka móti B68.


B36 heldur fram við síni óstøðugu gongd, og í gjár taptu teir fyri B68 á Toftum. Einki mál kom fyri steðgin. Í seinna hálvleiki legði Sebastian Lau Nielsen B68 fram um. Mattias Hellisdal javnði fyri B36 um miðjan seinna hálvleik. Men tíggju minuttir fyri tíð skoraði Fríði í Túni Petersen sigurmálið, og B68 vann trý kærkomin stig.

Mynd: RS Media / HB



Úrslit 10. umfar Betrideildini

EB/Streymur – Víkingur 1-2 (1-2)
07 Vestur – TB 5-0 (4-0)
B68 -B36 2-1 (0-0)
HB – KÍ 1-1 (0-1)

Leygardagin:
Kl. 15.00 FC Suðuroy – NSÍ





Stigatalva Betrideildin menn

NrLIÐDVJTMFMMStig
1109103352828
2NSÍ98014183324
3HB106132020019
4B36105141615116
5Víkingur104241010014
6EB/Streymur104151119-813
7B68103251022-1211
8FC Suðuroy9207317-146
9TB10136930-216
1007 Vestur101181219-74