Heimsins elsta fótbóltsfelag eitur Sheffield Football Club, sum varð stovnað í 1857, meðan Notts County Football Club, sum varð stovnað í 1862, vanliga verður roknað sum heimsins elsta yrkisfelag, men søgufrøðingurin Peter Manning vísti í bókini Palace At The Palace: A History of the Crystal Palace and its Football Club 1851-1915 á, at Crystal Palace Football Club kann tevjast aftur til 1861, tá cricket-leikarar stovnaðu eitt áhugafelag í fótbólti.
Sama áhugafelagið var við til at seta enska fótbóltssambandið á stovn í 1863 umframt at luttaka í allarfyrstu FA Cuppini, har felagið megnaði at spæla seg í hálvfinaluna í 1871-72. Felagið luttók í fýra fylgjandi FA Cup kappingum, men hvarv síðani av almenna leikpallinum eftir dystin ímóti Barnes FC tann 18. desembur 1875. Uppreisnina fekk felagið í 1895, tá enska fótbóltssambandið avgjørdi, at FA Cup finalan skuldi spælast á leikvøllinum, sum eisini kallaðist Crystal Palace. Tann 10. septembur 1905 avgjørdu eigararnir so, at teirra egna fótbóltslið skuldi spæla á leikvøllinum og stovnaðu eitt yrkisfelag.
Merkisvert er, at felagið flutti upp í 1969, 1979 og 1989, og felagið var eisini við til at stovna spildurnýggju Premier League í 1992-93.
Tvær ferðir fyrr hevur felagið verið í FA Cup finaluni: í 1989-90 og 2015-16, har teir báðu ferð taptu tepurt fyri Manchester United. Um liðið í 1989-90 segði felagsstjórin hjá Everton, Howard Kendall, at: “Tú skalt ikki rokna við at spæla ímóti Palace og síðani vera førur fyri at kunna kyssa unnustuna aftaná.” Men bjartskygni hevur sjáldan valdað í felagnum, tí fjeppararnir plagdu at syngja: “Tá Jim (Cannon, liðskiparin) traðkar fram fyri at taka ímóti steypinum, tá eru vit deyðir, tá eru vit deyðir.”
Í dag møtti Crystal Palace einum øðrum Manchester-liði, nevniliga City og nú hepnaðist betur, tí Eberechi Eze skoraði sigursmálið fyri Palace í 16. minutti. Heimsins elsta yrkisfelag í fótbólti hevur tískil vunnið heimsins elstu fótbóltskapping og fyrsta týðandi steyp yvirhøvur.