Crystal Palace vann FA-cup og sítt fyrsta stóra steyp nakrantíð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Crystal Palace skrivaði søgu og vann sítt fyrsta stóra steyp nakrantíð, tá ið teir í dag vunnu finaluna í heimskendu ensku steypakappingini, FA Cup, móti ongum minni enn Manchester City.

Eberechi Eze gjørdist hetjan við einum vøkrum máli, sum kom eftir eina skjóta umstilling.

Manchester City hevði bóltin meginpartin av tíðini. Men teir gagnnýttu ikki sínar møguleikar. Millum annað brendi Omar Marmoush eitt brotsspark.

Málverjin hjá Crystal Palace, Dean Henderson, var í miðdeplinum. Fyrst tá ið hann hevði hondina á bóltinum uttan fyri brotsteigin, men slapp við eina ávaring, og síðan tá hann bjargaði brotssparkinum hjá Marmoush. .

Sigurin merkir, at Crystal Palace nú hevur tryggjað sær eitt pláss í Europa League, og fyri felagið er hetta størsta løtan í søgu felagsins.