Útflutningurin av makreli vaksin 641 milliónir krónur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Útflutningurin av fiskavørum í uppgerðarárinum frá apríl 2024 til mars 2025 var 12,5 milliardir krónur, umleið tað sama sum undanfarna ár.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður við 97 milliónum krónum, og útflutningurin av laksi gongur aftur við 44,4 milliónum krónum. Samstundis er útflutningsvirðið av makreli økt 641 milliónir krónur, serliga av príshækkingum, tí nøgdin er bert vaksin knøppum níggju prosentum.

Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við einari knappari milliard krónum.

Í talvunum sæst, at útflutningurin til “Asia annars”, serliga Kina, er vaksin, eins og til “Evropa annars”, har Russlandsútflutningurin er øktur við 200 milliónum krónum. Samstundis er útflutningurin til Norðuramerika, serliga USA, minkaður við 232,8 milliónum krónum. Útflutningurin til Norðurafrika og Afrika annars er eisini minkaður munandi.

Seinastu árini er útflutningurin til ES og Amerika vaksin nógv, har USA er størsti keyparin.

Útflutningurin til Asia minkaði nógv undir korona, men hevur nú ment seg aftur til sama støði sum undan korona.

Fimm lond, USA, Russland, Danmark, Bretland og Spania, keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur úr Føroyum um árið, og útflutningurin til hesi lond hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin.