Tvey vaksin fólk, ein maður og ein kvinna, eru skuldsett fyri at hava stolið minst 20 ferðir í FK í Hoyvík.
Løgreglan handtók tey í gjár eftir ein stuldur í handlinum, og kanningar hava avdúkað, at tey hava stolið vørur fleiri ferðir hesar seinastu vikurnar.
Stuldurin er staðfestur við vakmyndatólum, og talan hevur verið um vørur fyri nakrar hundrað krónur hvørja ferð. Í summum førum hava tey latið vørurnar innaftur og sagt, at talan var um feilkeyp, fyri síðan at fáa pengarnar aftur, sum vøran kostaði, hóast hon upprunaliga var stolin.
Eftir avhoyringar hjá løgregluni vórðu tey latin leys aftur, men tey eru framvegis skuldsett fyri stuldurin.
Løgreglan upplýsir, at tey arbeiða víðari við málinum. Tað er ikki greitt, hvussu fólkini fyrihalda seg til skuldsetingarnar.