Mannagongd í sambandi við at EM-atgongumerkini vera sølu í morgin kl. 10

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ætlar tú til Oslo í januar at síggja føroyska manslandsliðið í hondbólti spæla í EM-endaspælinum, so er at verða til reiðar at keypa atgongumerki til dystirnar í morgin, mikudagin, klokkan 10.

Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki, sum geva atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum.

Mannagongd at bíleggja atgongumerki

Klokkan 10 í morgin verður eitt leinki lagt á heimasíðuna- og facebooksíðuna hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu.

Við at trýsta á leinki og hareftir skriva kotuna inn, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar.

Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki í eini bílegging.

Børn til og við 3 ár nýtast ikki atgongumerki, um tey sita hjá einum vaksnum. Fólk í rullistóli kunnu keypa atgongumerki her, fylgjari er íroknaður.

Føroyar hava í fyrstu atløgu fingið sløk 4.800 atgongumerki. Talan er um øll atgongumerkini í hesum økjum (sí mynd niðanfyri). A blátt, B blátt, B vínreytt, 100, 103, 104, 105, 106, 107, 200, 203, 204, 205, 206 og 207.

Eru ávís setur í hesum bólkum ikki tøk, tá ið tit trýsta á tey, er tað tí at tey er bíløgd av føroyskum ferðaskrivstovunum, tillutað stuðlum hjá HSF ella seld.


Dystirnir í bólkinum verður spældir hesar tíðir norska tíð:

  • Fríggjadagin 16. januar: Kl. 18.00 Slovenia – Montenegro og kl. 20.30 Føroyar – Sveis
  • Sunnudagin 18. januar: Kl. 18.00 Montenegro – Føroyar og kl. 20.30 Sveis – Slovenia
  • Týsdagin 20. januar: Kl. 18.00 Slovenia – Føroyar og Kl. 20.30 Montenegro – Sveis

Um hini londini í bólkinum ikki selja øll síni atgongumerki, verða hesi tøk almenninginum tann 16. september. Verða onnur setur tøk (rættindahavarar, sponsorar o.o) verða hesi tøk 15. oktobur.

Verða øll pakka-atgongumerkini ikki seld, koma dagsatgongumerki til sølu seinni.