Skjótari at fáa pakkar til Føroya

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Frá 20. mai 2025 kunnu flutningsfeløg, um tey eru góðkend sum speditørar, tollavgreiða pakkar til borgarar.

Tað ger, at borgarar kunnu fáa pakkar skjótari heim til Føroya.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, sigur:
– Við kunngerðini fáa flutningsfeløgini nýggjar møguleikar, TAKS fær betri tíð til eftirlitsarbeiðið – og borgarin fær pakkan skjótari heim.

Við nýggju kunngerðini, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til, er tað ikki longur bert TAKS, men eisini flutningsfeløgini, ið kunnu tollavgreiða vørur.

Flutningsfyritøkur og speditørar, sum fáa loyvi, skulu hava elektroniska avgreiðslu, sjálvvirkandi gjaldsloysnir og veita trygd fyri tolli og avgjøldum.

Kunngerðin er lýst og er longu komin í gildi.