Brá og Malena avloysa Petru og Rakul á kvinnulandsliðnum í fótbólti

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Orsaka av skúlagongd og próvtøkum hava Petra Hoydal og Rakul Sørensen givið avboð til UEFA Nations League kvinnulandsdystirnar móti Moldova og Slovakia. Í staðin hevur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, tikið út Brá Zakariasardóttir, sum spælir fyri Fortuna Hjørring í Danmark, og Malenu Olsen úr KÍ.

Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi UEFA Nations League kapping.

Fríggjadagin í næstu viku er útidysturin móti Moldova á skránni, og týsdagin 3. juni spæla Føroyar og Slovakia á Tórsvølli.

Undan dystunum eru Føroyar nummar 2 í bólkinum við 9 stigum. Slovakia er fremst við 12 stigum, Moldova hevur 3 stig, meðan Gibraltar er aftast við ongum stigi.


Stigatalva í Nations League bólki C1

DVJTM+M-+/-Stig
Slovakia4400140+1412
Føroyar430183+59
Moldova410315-43
Gibraltar4004015-150