Tottenham vann Europa League – Postecoglou vinnur altíð steyp annað kappingarárið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

UEFA Europa League, finala
Tottenham – Manchester United 1-0 (1-0)

Hóast Tottenham hevur havt sera vánalig úrslit og spælt vánaligt undir Ange Postecoglou, so hevur avstralski venjarin hjá Spurs, allan tíðini sagt, at hann altíð vinnur eitt steyp annað kappingarárið í einum felagi. Og við 1-0 sigrinum í finaluni í Europa League móti Manchester United í kvøld, helt Postecoglou orð.

Hetta var finalan millum tvey ensk feløg, sum hava havt eitt sera vánaligt kappingarár í Premier League, og tað hevur verið tosað um, at tað er órættvíst, at vinnarin av hesi finaluni verður við í Champions League komandi kappingarár.

Dysturin sjálvur var sum heild ikki serliga lívligur, og liðini tyktust bangnari fyri at tapa, enn tey vildu vinna.

Avgerandi málið í dystinum kom beint fyri hálvleik, tá ið ein bóltur kom innfyri úr vinstru síðu, og har eydnaðist Brennan Johnson í øðrum umfari at beina bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki hevði Manchester United bóltin alla tíðina, men tað var sjáldan veruliga vandamikið. Móti endanum var verjuleikarin Harry Maguire sendur fram í álopið, men hesaferð hjálpti ikki.

Einaferð mátti verjuleikarin Mickey van de Ven hjá Tottenham bjarga á strikuni, og langt inni í yvirtíðini, bjargaði málverjin Guglielmo Vicario einum góðum skallara frá Luke Shaw.

Harvið vann Tottenham sítt fyrsta steyp í 17 ár, bjargaði sínum annars vánaliga kappingarárið og skal spæla Champions League næsta kappingarár.

Hinvegin so staðfesti ósigurin vánaligasta kappingarárð hjá hjá Manchester United meira enn hálva øld.