Fyri fyrstu ferð nakrantíð var eitt føroyskt landslið við í lutkastinum til HM í einum stórum liðítrótti, og spenningur var sjálvandi stórur um, hvørjum Føroyar fóru at koma í bólk saman við.
Føroyar vóru í styrkisbólki 3, og skuldu í HM-bólk D saman við einum liði úr styrkisbólki 1, einum úr styrkisbólki 2 og einum úr styrkisbólki 4.
Úrslitið gjørdist, at Føroyar komu í bólk við Montenegro úr styrkisbólki 1, Spania úr styrkisbólki 2 og Paraguai úr styrkisbólki 4.
Føroyar spæla sínar dystir í týska býnum Trier nærhendis markið við Luksemborg.
HM-endaspælið verður í Týsklandi og Niðurlondum frá 26. novembur til 14. desembur.
32 lond fara at kappast um heimsmeistaraheitið, harav 18 eru úr Evropa.
Bólkarnir í HM í kvinnuhondbólti 2026
Bólkur A
- Danmark
- Rumenia
- Japan
- Kroatia
Bólkur B
- Ungarn
- Sveis
- Senegal
- Iran
Bólkur C
- Týskland
- Serbia
- Ísland
- Uruguai
Bólkur D
- Montenegro
- Spania
- Føroyar
- Paraguai
Bólkur E
- Niðurlond
- Eysturríki
- Argentina
- Egyptaland
Bólkur F
- Frakland
- Pólland
- Tunesia
- Kina
Bólkur G
- Svøríki
- Brasil
- Kekkia
- Kuba
Bólkur H
- Noreg
- Angola
- Suðurkorea
- Kasakstan
