, ,

Ídna Liverpool-fjeppan gav dóttrini navnið Ynwa

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Um heystið 1963 var ein ávísur sangur ovast á enska hittlistanum – tað var tulkingin hjá staðbundna tónleikabólkinum Gerry & The Pacemakers av “You’ll Never Walk Alone” (ella YNWA) frá sangleikinum “Carousel” í 1945 hjá Rodgers/Hammerstein við teimum í dag vælkendu ørindunum.

Býurin Osby liggur í Osby kommunu í Svøríki og har býr ídna Liverpool-fjeppan Renée Samuelsson. Hon ætlaði upprunaliga at rópa dóttrina fyri Ynwa, men tá fleiri søgdu Ylva, so broytti hon Ynwa til eitt millumnavn, so dóttirin fekk navnið Lilly Ynwa Samuelsson fyri at fagna enska fótbóltsfelagnum. Ynwa er kortini ikki einnevnd, tí í býnum býr ein annar Liverpool-fjeppari við sama millumnavni.

Meistaraheitið hjá Liverpool Football Club anno 2025 fer tískil ikki óskalað aftur við borðinum og tað fór fyrsti FA Cup-finalusigurin í 1965 heldur ikki:

Lítla gentan, sum Liverpool liðskiparin, Ron Yeats, hevur í føvninginum, varð doypt tann 15. apríl 1966. 34-ára gamli pápin, múrarin Peter O’Sullivan, var ein íðin Liverpool fjeppari, meðan mamman ongantíð hevði sæð ein fótbóltsdyst í lívinum. Hvussu var og ikki, so varð gentan uppkallað eftir øllum liðnum, sum vann FA Cup sigurin í 1965 umframt felagsstjóra og tveimum hjálparvenjarum. Fulla navnið gjørdist Paula St John Lawrence Lawler Byrne Strong Yeats Stevenson Callaghan Hunt Milne Smith Thompson Shankly Bennett Paisley O’Sullivan.