Regn og vindur komandi vikuna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Liggjandi góðveðrið fær nú ein enda, og Veðurstovan boðar frá vátari veðri og meira vindi um vikuskiftið og alla komandi viku.

Fyrst dagarnar verður ælaveður við vakslandi vindi, men frá sunnudegnum verður meira regn og vindurin økist. Mánadagin og týsdagin verður nógvur vindur og regn, serliga í løtum. Hitin verður millum 6 og 11 stig um vikuskiftið og alla komandi viku.


Eitt hátrýst, 1019 hPa, í landnyrðing úr Føroyum ferðast norðureftir og viknar skjótt. Eitt lágtrýst, 984 hPa í Grønlandsfjørðinum hevur við sær eitt brúgvalag ið nærkast Føroyum seinnapartin, við nakað av vindi og fitt av avfalli. Sunnunáttina nærkast eitt lágtrýst við einum brúgvalagi Føroyum. Lágtrýstið ið liggur á okkara leiðum til týskvøldið hevur við sær nógvan vind og nógv regn sunnudagin, mánadagin og týsdagin.

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað, sum frá líður yvirhøvur klárt, sól og turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Í kvøld frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s av landsynningi, sum frá líður hálvskýggjað, í nátt samdrigið við regni ella við ælaveðri. Hitin 8 til 11 stig alt samdøgrið.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um náttina okkurt ælið. Hitin 8 til 10 stig, um náttina niður í 7 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin í støðum frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Hitin 8 til 10 stig, um náttina niður í 8 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, norðanfyri bert frískt lot, minni enn 8 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið kring alt landið frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Hitin 6 til 10 stig, um náttina niður í 7 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Um kvøldið lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 6 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, kanska onkur sólglotti. Hitin 7 til 10 stig, um náttina niður í stig.