H71 boðar í dag frá, at landsliðsleikarin Peter Krogh aftur skal spæla við besta mansliðnum hjá felagnum komandi kappingarár. Harvið fær H71 munandi styrk.
Danin Peter Krogh kom til Føroya sum 24 ára gamal á sumri 2015. Hann spældi við H71 nærum út í eitt til 2023, tá ið hann fór til Danmarkar at spæla.
Peter Krogh er føroyskt giftur og spældi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar í 2017. Hann hevur spælt 51 landsdystir fyri Føroyar.
Fyrstu árini var Peter Krogh góður álopsbakkur og tað serliga er, at hann dugir nærum líka væl at skjóta við báðum hondum.
Seinnu árini hevur hann tó mest verð brúktur í verjuni, og hansara verjuspæl á landsliðnum hevur stundum verið í avgjørdum heimsflokki.
Síðan EM-endaspælið í Berlin hevur Peter Krogh verið hart raktur av skaðum, og hann hevur ikki verið við á landsliðnum seinastu dystirnar.