McTominay og Lukaku skutu Napoli til italska meistaraheitið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Napoli skuldi bara vinna sín dyst heima á Diego Armando Maradona leikvøllinum móti Cagliari fyri at halda Inter aftanfyri seg og harvið vinna italska meistaraheitið.

Napoli trýsti allan fyrra hálvleik, og tríggjar minuttir fyri steðgin legði fyrrvernandi Manchester United leikarin, Scott McTominay, Naopli fram um við einum frálíkum hálvtliggjandi saksasparki beint framman fyri málið. Fullkomin ekstasa á og uttanfyri leikvøllin.

Skotski McTominay hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Napoli og gjørdist ársins leikari í Seriu A. Hann skoraði tólv mál.

Napoli helt fram at trýsta í seinna hálvleiki, og longu seks minuttir eftir steðgin skoraði ein annar fyrrverandi Manchester United leikari, fjakkandi fótbóltsnomadin, Romelu Lukaku, til 2-0, og nú var meistaraheitið í pottinum.

Napoli er fjórða felagið, sum venjarin , Antonio Conte, vinnur eitt meistaraheitið við. Hann hevur áður verið meistari við Juventus, Chelsea og Inter. Í kvøld var Conte ikki á beinkinum, tí hann hevði venjarabann.

Napoli vann eisini meistarheitið í 2023. Áðrenn hevði Napoli bara vunnið meistaraheitið tvær ferðir, í 1987 og 1990, tá ið fótbóltsgandakallurin Diego Maradona lyfti liðið í fátæka suðuritalska stórbýnum til heiður og æru.