André venur HB restina av árinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HB hevur nú sett André Olsen sum høvuðsvenjara restina av kappingarárinum. Hann gjørdist fyribils venjari, tá ið Adolfo Sormandi gavst eftir píniliga 7-1 ósigurin móti NSÍ.

Hóast truplar dystir móti Víkingi og KÍ, hevur André megna at fingið fýra stig hesar báðar dystirnar við sigri móti Víkingi og javnleiki móti KÍ.

HB boðar frá, at André Olsen hevur fýra venjarar at hjálpa sær. Teitur Gestsson og Tróndur Jensen eru hjálparvenjarar, Jens Martin Knudsen er málmansvenjari, og Áki Johansen er greinari

Í morgin hevur HB enn eina stóra uppgávu, tá ið teir klokkan 17.15 spæla móti NSÍ í Runavík.