Eitt mál vert 1,8 milliardir sendi Sunderland upp í Premier League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tá ið Tom Watson fimm minuttir inni í longdu leiktíðini skoraði til 2-1 móti Sheffield United, sendi hann Sunderland upp í Premier League og samstundis gevur málið felagnum 1,8 milliardir krónur.

Sunderland var aftanfyri til 76. minutt í avgerandi Playoff-dystinum. Tá javnaði Eliezer Mayenda við einum væl plaseraðum skoti. Tyrese Campbell hevði annars lagt Sheffield United á odda í 25. minutti.

Tom Watson, sum er uppvaksin í Sunderland, fekk møguleikan at renna ígjøgnum verjuna eftir eina skeiva sending frá Kieffer Moore. Hann var kaldur og sendi bóltin í netið. Hetta var hansara seinasta dystur fyri Sunderland, tí hann hevur longu skrivað undir við Brighton.

Við uppflytingini tryggjar Sunderland sær minst 1,8 milliardir krónur í sjónvarpsinntøkum yvir trý ár, eisini um liðið skuldi flutt niður aftur komandi kappingarár. Hetta er ein søgulig løta fyri felagið og fjeppararnar, sum hevur bíðað í átta ár eftir at koma aftur í Premier League.

Liðið hjá Sunderland er ungt og spennandi, við fleiri lovandi leikarum sum 17-ára gamla Chris Rigg og 19-ára gamla Jobe Bellingham, sum er yngri bróðir Jude Bellingham.

Leeds og Burnley eru eisini flutt upp í Premier League til komandi kappingarár.