Lineker takkaði fyri seg í heimsins kendastu fótbóltssending

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kendi enski sjóvarpsverturin og fyrrverandi enski landsliðsáleyparin, Gary Lineker, var í gjárkvøldið vertur fyri heimskendu fótbóltssendingini Match of the day fyri seinastu ferð, og tað var eisini seinastu ferð, hann var vertur hjá BBC.

Tað kom fram fyrr í vetur, at Lineker fór at gevast í Match of the day eftir hetta kappingarárið. Men eftir ætlan skulu hann halda fram við smærri uppgávum fram til HM-endaspælið 2026.

Tað broyttist tó, tá ið Lineker deildi eina mynd, sum kundi tulkast antisemitisk, og eftir ein fund við leiðsluna í BBC var greitt, at Lineker fullkomuliga gevst í BBC.

Eftir síni seinastu sending í gjárkvøldið saman við Alan Shearer og Mican Richards, takkaði Gary Lineker fyri seg við hesum orðum:

– Lat meg nýta henda møguleikan at takka øllum hinum viðmerkjarunum, sum eg havi havt gleðina av at arbeiða saman við seinastu 25 árini. Tit hava gjørt mítt arbeiði so nógv lættari. Eisini túsund takk til tey, sum ikki síggjast í sjónvarpinum, arbeiðið, ið verður lagt í at gera hesu ikonisku sendingina, er eitt felags avrik.

– Frá redaktørum til greiningarlið, frá frásøgufólkum til gólvsstjórar, frá framleiðarum til myndafólk, frá hjálparfólkum til vikarar. Takk til tykkum øll. Tit eru tey bestu.

– Sum á mini yrkislið sum fótbóltsspælari, so gjørdu øll onnur alt tað strævna arbeiðið, og eg fekk heiðurin. Tað hevur verið ein sannur heiður at verið vertur á Match of the Day í eina fjórðings øld, og tað hevur verið ein sonn gleði. Eg vil ynskja Gabby [Logan], Mark [Chapman] og Kelly [Cates] alt tað besta, tá ið tey seta seg í hendan stólin.

– Sendingin er í bestu hondum. Mín seinasta takk fer til tykkum øll – takk fyri at tit hava hugt, takk fyri tykkara stuðul og kærleika hesi mongu árini, tað hevur verið heilt serligt, og eg eri keddur um, at tykkara felag altíð var seinast. Tíðin er komin at siga farvæl – farvæl.

Flestu gestirnir í sendingini takkaðu eisini Lineker.

– Tú er ein legenda, og eg havi verið so heppin at hava hitt teg fleiri ferðir, segði liðskiparin hjá Liverpool og nýkosni enski meistarin Virgil Van Dijk.

Síðan legði Man City-venjarin Pep Guardiola afturat: Tú fert at verða saknaður, tú trýrt tí ikki, men tað fert tú. Eg elski sendingina, vónandi gevur lívið tær eina nýggja avbjóðing.