Fyrrverandi Liverpoolvenjari á vitjan í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hóskvøldið 29. mai skipar FSF fyri impulsskeiði við fyrrverandi málmansvenjaranum hjá Liverpool, John Achterberg.

Á skeiðnum, ið fyrst og fremst er ætlað venjarum við UEFA A, B og C, umframt UEFA GK-B venjaraprógvi, og sum telur tríggjar impulstímar til dagføring av próvnum, fer John Achterberg at greiða frá arbeiðinumvið málverjum í LIverpool, og um innihaldið og dagligdagin á venjingarvøllinum hjá ensku meistarunum.

53 ára gamli niðurlendingurin hevur eina drúgva yrkileið málverji bæði í Niðurlondum og Onglandi. Flestar dystir hevur hann umboðað Tranmere Rovers, har hann spældi frá 1998 til 2009.

Felagið Tranmere er nær við Liverpool, og sama ár, John Achterberg gavst sum spælari, tók hann við sum málverjuvenjari í Liverpool. Fyrstu tvey árini á akademinum í felagnum, men frá 2011 til 2024 tók hann sær av málverjunum á fremsta liðnum, sum hesi árini var undir leiðslu av Kenny Dalglish, Brendan Rodgers og Jürgen Klopp.