,

Kensluborin løta í Leirvík tá ið Føroya elsti bátur kom heim

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroya elsti bátur er komin heim aftur til Føroya eftir meira enn 100 ára útlegd í Noregi.

Spenningur var stórur á Bátasavninum í Leirvík í gjár, tá ið tíggjumannafarið Hvanngarðurin kom heim aftur til Føroya.

Í Filmsbroti á Facebook, sum eisini eru viðheft niðast í greinini, sæst hvussu Hvanngarðurin var fluttur úr bingjuni inn á Bátasavnið. Frøin var stór og fólk vóru kensluborin, tá ið báturin kom innum.

Bátasavnið skrivar soleiðis á Facebook um løtuna, tá ið bingjan við bátinum varð latin upp:

– Spenningur og stórar kenslur. Ein hendingarríkur og søguligur dagur á Bátasavninum í dag, tá ið Hvanngarðurin, eftir útlegd í 100 ár, kom heim aftur til Føroya.


Hósdagin, Kristi Himmalferðardag, klokkan 15.00 verður báturin vístur fram fyri almenninginum.

Báturin, sum varð smíðaður um ár 1830, hevur í mong ár verið varðveittur á ymiskum søvnum í Oslo.

Báturin er eitt tíggjumannafar og slíkir stórir bátar hava ikki verið brúktir stórvegis til útróður, men heldur sum farma- og grindabátar. 

Sum farmabátur var Hvanngarðurin mest nýttur til Havnarferðir og sum grindabátur til grindir norðuri í Sundum.

Báturin var eisini nýttur sum ferðabátur av Skálafirði, tá ið hann stóð undir Gøtueiði við Skálafjørðin.

Báturin verður framyvir at síggja sum partur av framsýningini á Báta- og listasavinum í Leirvík.