Staðarnøvn tøk á almenna kortinum yvir Eiðis kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Eiðis kommuna skrivar, at staðarnavnanevndin hjá Eiðis kommunu í eina tíð hevur arbeitt miðvíst við at skráseta og talgilda staðarnøvn.

Arbeiðið er nú komi so mikið langt, at tey skrásettu nøvnini eru almannakunngjørd og kunnu síggjast á almenna kortinum yvir Eiðis kommunu. 

Kommunan sigur, at í fyrstu syftu er talan um Kollin, nakað av bygdini, fjøruni og økið Niðri á Vatni.

Kortið verður dagført so hvørt sum fleiri staðarnøvn leggjast afturat.

Almenna kortinum yvir Eiðis kommunu sæst her. 

Møguligar viðmerkingar til nøvnini kunnu sendast til stadarnavn@eidi.fo.