Stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2025, fer í gongd í Runavík í dag.
Kappast verður komandi fimm dagarnar, og skulu súkklararnir súkkla 250 kilometrar og næstan 3.800 hæddarmetrar, áðrenn teir koma um málstrikuna við Leif Mohr á Hoyvíksvegi í Havn sunnudagin
Fyrsti teinur byrjar í kvøld klokkan 18.00 í Runavík og súkklað verður runt Agnið, á Toftir, aftur til Runavíkar og hildið fram allan vegin inn í Skálafjørð og út á Skála har vent verður. Skálafjørður verður aftur rundaður og koyrt verður til Skipaneskrossin, um Gøtueiði, gjøgnum Gøtu og gjøgnum tunnilin til Leirvíkar, síðan í undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar og á mál uttan fyri Effo-støðina.
Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, skipar fyri kappingini.
1. teinur
- Longd á teini: 61,65 kilometrar.
- Hæddarmetrar uml 940 metrar
Dagsins teinur:

–