Svimja á sjónum á oynni Hvar í Kroatia

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyskir landsliðssvimjarar er í hesum døgum við í Open Water 2025 í býnum Stari grad á oynni Hvar í Kroatia, har tey svimja um evropameistaraheitið í sjósvimjing.

Fyri Føroyar svimja Líggjas Joensen, Silas Dam Lindberg, Bárður Ólavsson, Jonna Joensen, Sissal Elendersen og Rebekka Róðinsdóttir. Við sum ferðaleiðarar er Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum og Annika Olsen.

Rókur í Jákupsstovu, skrivar á Facebooksíðuni hjá Svimjisambandinum, at vónin er at fáa eitt brúkiligt úrslit í 4×1500 fyri mix-lið, umframt sjálvsagt eina rúgvu av royndum í hesum fyri okkum enn heldur ókenda ítrótti

Svimjarar eru eisini tilmeldaðir á 5 km teininum, umframt í 3 km ‘knockout, sum er 1500 m + 1000 m + 500 m við 5 min pausu ímillum.

Rókur í Jákupsstovu skrivar eisini, at ein svenskur dómari var við í flogfarinum úr Kastrup, sum lærdi føroysku svimjararnar reglurnar.

Hann skrivar eisini, at svimjararnir eru fresh og væl fyri, og at tað verður spennandi og ikki so at skula svimja undir liðini av Paltrinieri og øðrum legendum.

Myndir: Svimjisamband Føroya – Rókur í Jákupsstovu


Føroysku svimjararnir svimja hesar teinar

Menn 5 km, kl. 14.00 29. mai
Líggjas Joensen23. sep. 2008
Silas Dam Lindberg18. jun. 2008
Menn 3 km Knockout Sprint, kl. 14.00 30. mai
Bárður Ólavsson1. mai 2008
Kvinnur 5 km, kl. 9.00 29. mai
Jonna Joensen27. mai 2005
Kvinnur 3 km Knockout Sprint, kl. 9.00 30. mai
Sissal Elendersen10. mai 2010
Rebekka Róðinsdóttir30. mar. 2007
Blandað 6 km stafett, kl. 9.00 31. mai