Daniel Johansen valdi KÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ boðaði í gjár frá, at landsliðsleikarin, Daniel Johansen, skal spæla við KÍ til og við kappingarárið 2027.

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Daniel Johansen gavst í danska felagnum Hillerød og flytur heim til Føroya. Mong mettu HB vera besta boðið upp á, hvar Daniel fór at spæla, tí hann spældi í mong ár fyri HB.

Men nú er so greitt at 26 ára gamli bakkurin við góða vinstra beininum fer at spæla fyri KÍ.

Daniel sigur við heimasíðuna hjá KÍ, at liðið hevur fantastiskar umstøður og er ótrúliga sterkt. Avgerðin um at koma heim hevur fleir orsøkir, har familja og vinir hava havt stóra ávirkan.

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magnus Powell, fegnast um styrkina, ið Daniel kann geva liðnum. Hann nevnir “x-faktor vinstrafótin”, skjótleikan og arbeiðssemið hjá leikaranum.

Daniel keyptur inn til at taka kappingina upp við Robert Williams, og hann kann bæði spæla sum vinstribakkur og vongbakkur.