Betrideildin menn
HB – Víkingur 2-1 (1-0)
Fyrri hálvleikur millum HB og Víking var ógvuliga spakur og taktiskur. Fyrsta partin av dystinum hevði Víkingur bóltin mest, meðan teir í HB sýntust nøgdir við at liggja afturi á vøllinum og bíða.
Langt var millum vandamiklu álopini, og fyrsta líkinda møguleikan hevði Poul Kalsberg hjá Víkingi, tá ið hann skallaði framvið málinum. HB hevði gott tak á Víkingi, og sum hálvleikurin leið yvirtók HB eisini spælið.
Hjá HB var meira bit á álopsspælinum enn hjá Víkingi. Serliga Mathias Voss høgrumegin voldi Víkingi trupulleikar, og tað var eitt sindur løgið, at Víkingur ikki gjørdi meira fyri at steðga honum, tí ungi Jónatan Lervig hevði stórar trupulleikar av kvika bakkinum.
Heini Sørensen hevði ein stóran møguleika, men skeyt upp um. Men beint fyri hálvleik fekk HB hol á, tá ið tveir av teimum, sum ikki hava fingið tað at rigga í ár, Emil Pedersen og Jonas Enkerud spældu saman inni í brotsteiginum høgrumegin. Emil Pedersen prikaði fyrst bóltin framvið einum leikara, og so prikaði hann bóltin fram til Jonas Enkerud, sum hegnisliga lyftu bóltin upp um málverjan og í málið.
Víkingur royndi at koma longri fram á vøllin fyrst í seinna hálvleiki, og hevði bóltin teir fyrstu fimm minuttirnar, tó uttan at skapa nakað sum helst.
So fór HB fram, og Sammy Skytte hamraði bóltin á yvirleggjaran, og eftir tað yvirtók HB spælið aftur.
Tað gav úrslit, tá ið Lassana Faye spældi bóltin inn í høvdið á Jonas Enkerud, og so hevði norðmaðurin skorað tvey mál.
Víkingur royndi seg við at skifta tríggjar leikarar samstundis. Inn komu Ingi Arngrímsson, Árni Nóa Atlason og Jørgen Nielsen fyri Arnbjørn Svensson, Aron Ellingsgaard og Olaf Bárðarson.
Tað hjálpti ikki tað stóra beinanvegin, men HB byrjaði spakuliga at sjuska eitt sindur í grundspælinum í verjuni, og eisini mátti ein av eyðsýndu leikarunum, Heini Sørensen, av vøllinum við skaða.
Brádliga slapp Ragnar Skála hjá Víkingi til innlegg høgrumegin, og frammanfyri málið skallaði Jákup Johansen bóltin málið, og so var aftur spenningur í Gundadali
Beint aftaná kom aftur ein vandamikið innlegg innfyri úr høgru síðu, og nú var tað Víkingur, sum var spælstýrandi.
HB hevði tó tamarhald á støðuni, og víkingarnir vóru merkiliga spakir í royndini at fáa nakað burtur úr dystinum. HB var nærri við at økja enn Víkingur var við at javna.
Ótrúliga góða byrjanin hjá André Olsen, sum venjari hjá HB, heldu harvið fram, og HB hevur sett seg tungt á triðja plássið í Betrideildini. Enn er tó nakað upp til NSÍ og serliga KÍ.
Víkingur er framvegis als ikki sama lið, sum gjørdist meistari fjør, og tann stríðsviljan, ið altíð hevur eyðkent Víking, var í dag ringu at fáa eyga á. Teir vóru sjáldsama tamar, og fóru hvørki harðliga inn í nærdystir, østu seg ella nakað annnað. Teir sýnast heilt einfalt mettir av meistaraheitinum, sum teir vunnu í stórum stíli í fjør.