,

Helgi W Olsen vann Leif Mohr Kring Føroyar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leif Mohr Kring Føroyar 2025, 5. teinur:

Trý, tvey. Tað var endaliga støðan millum lærumeistaran og lærlingin

Helgi Winther Olsen vann fimta og seinasta teinin av Leif Mohr Kring Føroyar. Tað bleiv til tríggjar sigrar, tá hann vann 1. etapu, 2. etapu, og nú 5. etapu, og Helgi gjørdist tí samlaður vinnari kappingini.

Í dag bleiv fimti og seinasti teinur súkklaður.

Í gjár bleiv kappast á Streymoynni, tá súkklarar kappaðust í einkultstarti. Teinurin ígjár var úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, og síðan niðan á Sornfelli.

Í dag bleiv súkklað runt í Havnini. Súkklað bleiv ein teinur á smáar fýra kilometrar, og skuldi hesin teinur súkklast 13 ferð. Tilsamans 50 kilometrar.

Startur var við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn og frá Hoyvíksvegnum bleiv koyrt oman á Eystara Ringveg, síðan eftir Yviri við Strond, niðan eftir Jónas Broncksgøtu, og so niðan eftir Hoyvíksvegnum, tilsamans 13 umfør.

Fyrst súkklaðu øll eitt umfar sum ”Master Start”. Øll fylgdust eitt umfar áðrenn dómarin gav boð um, at nú byrjaði kappingin av álvara.

Ferðin reyk upp, og varð rættliga høg oman móti Eystara Ringvegi. Ferðin var enn hægri tá ein stórur hópur av súkklarum, í undanvindi, settu kós móti Skansanum.

Avgerðin fall tíðliga

Tíðliga í kappingini, ávegis niðan eftir Jónas Broncksgøtu setti Helgi W. Olsen ferð á súkkluna, og tað gingu bert fá sekundir, so hevði Helgi fingið hol aftur til høvuðsfeltið, sum aftur í dag taldi millum tíggju og fimtan súkklarar. Helgi økti, og har sat hann, í mótvindinum eftir Hoyvíksvegnum, og í undanvindinum eftir Yviri við Strond.

Øll høvdu tað hart niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Tað gjørdist enn harðari, tá Niklas Hallgren Niclassen, eins og Helgi, setti ferð á miðsskeiðis í Jónas Broncksgøtu. Tá hópurin hevði fingið pulsin niður aftur, og súkklarar hildu, at nú var sloppið, so setti Niklas aftur ferð á súkkluna, og fekk soleiðis frástøðu aftur til Paula Poulsen, Hilmar Hansen, og ein vælkoyrandi Konstantinos Garoflos.

Tað vóru nú trý umfør eftir. Halgi sat tryggur fremst og hevði uppbygt sær eina leiðslu á tveir til tríggjar minuttir. Niklas royndi ikki at koyra Helga inn aftur, men bardist fyri lívinum fyri, at Pauli, Hilmar og Konstantinos Garoflos ikki skuldu koyra hann inn aftur. Ein harður dystur sum … sum Niklas vann.

Helgi brúkti 1 tíma 32 minuttir og 25 sekund. Niklas kom á mál smáar 3 minuttir seinni. Niklas brúkti 1 tíma 35 minuttir og 10 sekund um teir 50 kilometrarnar.

Tríggir mans bardust um bronsuna. Konstantinos Garoflos misti Paula og Hilmar miðskeiðis í Jónas Broncksgøtu, og løtu seinni misti Hilmar Paula. Tað var tí Pauli Poulsen, ið kom sum triði maður um málstrikuna.

– Nú skuldi bera ella bresta. Koyrdi alt eg átti frá Skansanum. Miðskeiðis á Jónas Broncksgøtu misti Kostas, og tá vit snaraðu frá Jónas Broncksgøtu, niðan á Hoyvíksvegin, slapp eg leysur frá Hilmari. Málið var fyrst og fremst at koyra Niklas inn aftur. Hann var í eygsjón. Munurin minkaði, tað styttist, men ”álopið” kom ov seint, segði Pauli eftir dagsins etapu.

Pauli gjørdist nummar trý í dag, ogi gjørdist somuleiðis nummar trý í samlaðu støðuni.

Tríggir sigrar og samlaður vinnari

Sama dag sum bretski súkklarin Simon Yates vann ársins útgávu av Giro d´Italia, vann Helgi Winther Olsen ársins útgávu av Leif Mohr Kring Føroyar 2025.

Meðan Simon Yates og hinir proffarnir skuldu koyra tilsamans 3.450 kilometrar, so skuldu Helgi og hinir amatørarnir koyra tilsamans 248 kilometrar.

Helgi brúkti 7 tímar og 38 minuttir og 13 sekund um teir umleið 248 kilometrarnar. Nummar tvey gjørdist Niklas Hallgren Niclassen, og brúkti hann 7 tímar 41 minuttir og 20 sekund. Nummar trý samanlagt gjørdist, sum áður nevnt, Pauli Poulsen. Pauli brúkti 7 tímar 47 minuttir og 5 sekund um Kring Føroyar 2025.

Í samlaðu støðuni hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv vinnari. Súsanna koyrdi teir 248 kilometrarnar uppá 7 tímar 52 minuttir og 42 sekund.

Úrslit frá 5. teini av Leif Mohr Kring Føroyar 2025 kunnu síggjast her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=392525

Eftir 5. og seinasta umfør gjørdist samlaða støðan hendan:

https://www.webscorer.com/seriesresult?seriesid=391931

Myndir og animeringar av teinunum kunnu síggjast her:

https://www.facebook.com/lmkringforoyar/photos


5. teinur av Leif Mohr Kring Føroyar

  SlagKynTíðMunur
1Helgi W. OlsenVanligtM32:25.6
2Niklas Hallgren NiclassenVanligtM35:10.3+2:44.7
3Pauli PoulsenVanligtM35:24.7+2:59.1
4Hilmar HansenVanligtM35:29.5+3:03.9
5Konstantinos GaroflosVanligtM35:44.8+3:19.2
6Bergtór TórsteinssonVanligtM37:00.0+4:34.4
7Regin ThomsenVanligtM37:00.7+4:35.1
8Gunnar Dahl-OlsenVanligtM37:00.9+4:35.3
9Súsanna SkylvVanligtF37:01.2+4:35.6
10Uni HeðinssonVanligtM37:02.2+4:36.6
11Andrass JoensenVanligtM37:04.2+4:38.6
12Jóanis Albert NielsenVanligtM38:24.7+5:59.1
13Eirikur JoensenVanligtM41:52.0+9:26.4
14Kristmund JohannessenVanligtM41:54.8+9:29.2
15Dardus JacobsenVanligtM42:01.7+9:36.1
16Óli HansenVanligtM42:13.0+9:47.4
17Jákup Petur EliassenVanligtM46:47.2+14:21.6
18Magnus GötheVanligtM49:20.2+16:54.6
19Rógvi RóinVanligtM49:40.5+17:14.9
20Finnur KobaVanligtM53:05.3+20:39.7
21Casper RosenVanligtM55:00.5+22:34.9
22Jónatan GregersenVanligtM55:37.8+23:12.2
23Mikkjal Heðin RosenVanligtM05:46.8+33:21.2
24Eyðun JakobsenVanligtM07:56.7+35:31.1
25Anida JohannesenHugnasúkklariF09:27.6+37:02.0
26Jákup av SkarðiHugnasúkklariM18:22.7+45:57.1
Bogi GregersenVanligtMDNF

Endaliga støðan Leif Mohr Kring Føroyar menn

TíðMunur
1Helgi W. Olsen38:13.5
2Niklas Hallgren Niclassen41:20.3+3:06.8
3Pauli Poulsen47:05.5+8:52.0
4Konstantinos Garoflos48:57.3+10:43.8
5Bergtór Tórsteinsson57:08.6+18:55.1
6Regin Thomsen58:18.9+20:05.4
7Jóanis Albert Nielsen01:39.5+23:26.0
8Gunnar Dahl-Olsen01:42.8+23:29.3
9Jákup Petur Eliassen05:22.9+27:09.4
10Hilmar Hansen23:22.2+45:08.7
11Eirikur Joensen30:58.4+52:44.9
12Kristmund Johannessen42:18.5+1:04:05.0
13Finnur Koba55:36.2+1:17:22.7
14Dardus Jacobsen02:18.5+1:24:05.0
15Magnus Göthe03:11.8+1:24:58.3
16Jónatan Gregersen18:32.6+1:40:19.1
17Casper Rosen40:09.5+2:01:56.0
18Eyðun Jakobsen44:52.8+2:06:39.3
Andrass Joensen-1 race
Bogi Gregersen-1 race
Óli Hansen-1 race
Henry Berg-1 race
Rógvi Róin-2 races
Terji Nielsen-3 races
Erik Neshamar-3 races
Uni Heðinsson-3 races
Magni Jacobsen-3 races
Mikkjal Heðin Rosen-3 races
Jóhan Petur Petersen-4 races

Endaliga støðan Leif Mohr Kring Føroyar kvinnur

TíðMunur
1Súsanna Skylv52:42.5
Steintóra Erhardsdóttir-2 races
Bjørg Árnadóttir-4 races