Kunngerð um foreldramyndugleika til hoyringar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmálaráðið hevur sent nýggja kunngerð um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá børnum til hoyringar. Kunngerðin skal dagførast í mun til lógina, sum kom í gildi 1. januar 2022.

Kunngerðin inniheldur millum annað um reglur fyri felags foreldramyndugleika, sum nú kann fráboðast við elektroniskari undirskrift.

Eisini eru ásetingar um góðkenning av flyting av foreldramyndugleika til onnur enn foreldrini, um vegleiðingarfundir og um møguleikan hjá Familjufyrisitingini at biðja barnaverndartænastuna um ummæli.

Lógin gevur Familjufyrisitingini heimild til at viðgera mál um foreldramyndugleika eftir andlát, um barnaserkøna ráðgeving og mekling, og um samveru – eisini undir eftirliti.

Møguleikin hjá barninum at vera við í slíkum málum verður styrkt, og barnaserkøn kunnu luttaka á samverufundum.

Harumframt verður bústaður barnsins skrásettur soleiðis, at tað foreldrið, sum hevur barnið helvtina av tíðini ella meira, verður skrásett sum bústaðarforeldur.

Familjufyrisitingin kann útflýggja váttan um foreldramyndugleika, og avtalur verða skrásettar í Landsfólkayvirlitnum.

Viðmerkingar til kunngerðina kunnu latast Løgmálaráðnum fram til 24. juni.