Fekk tríæðraða skurðviðgerð í fjør og rann Tórshavn Marathon sunnudagin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavn Marathon var í gjár, og vinnari hjá monnum var Rógvi Kárason við tíðini 2 tímar og 45 minuttir. Nummar 2 var Archie Hunt úr Bretlandi, og nummar trý var Will Naylor – eisini úr Bretlandi.

Hjá kvinnum vann Anna Kawalec úr Póllandi við tíðini 2 tímar, 45 minuttir, Carmen Holxmann úr Italia var nummar 2 og føroyska Ann Thomsen gjørdist nummar trý.

Ein av rennarunum í kappingini í gjár var 56 ára gamli Terje Hansen við Gøtugjógv. At hann yvirhøvur var við í Tórshavn maraton er einki minni enn eitt undur, tí fyri júst einum ári síðan fekk hann eina stóra hjartaskurðviðgerð, eina sonevnda tríæðraða baypass. Og Terje kann eisini vera nøgdur við persónliga úrslitið.


Í tíðindunum á middegi tosaði FM1 við Terja Hansen. Her er samrøðan: