Havbúnaðarfelagið og Firum hava avgjørt at leingja verkætlanina um sjósíl eitt ár afturat. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.
Verkætlanin, ið byrjaði í 2019, hevur givið betri vitan um, hvussu alivinnan og onnur umhvørvislig viðurskifti ávirka sjósíl. Havbúnaðarfelagið metir, at kanningarnar hava stóran týdning, tí vitanin um sjósílastovnin var áður avmarkað.
Firum hevur staðið fyri kanningunum síðani 2019, og alt arbeiðið verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.
Kanningarnar eru býttar í tveir høvuðspartar. Tann fyrri skal staðfesta, nær og undir hvørjum umstøðum sjósílayngul ferðast frá ánni út á sjógv. Tann seinni lýsir støðuna hjá vaksnum sjósílum á sjónum.
Ynglið verður PIT-merkt, áðrenn tað fer út í ánna, og antennur við ánna og á sjónum skráseta ferðingina.
Til kanningarnar av vaksnum sílum verða síl fangað við gørnum, og sílafiskarar kunnu senda inn upplýsingar um sílini, teir fiska. Firum hevur ment serligar brævbjálvar, ið gera tað lættari at senda inn roðsluprøvar, og í heyst verður aftur drigið lut um ein vinning upp á 10.000 krónur millum tey, sum senda brævbjálvar inn.