Pelagos í Fuglafirði leitar eftir nýggjum stjóra til eitt av størstu og mest framkomnu uppsjóvarvirkjunum í Norðuratlantshavi.
Starvið fevnir um dagliga leiðslu, strategiska menning og samstarv við kundar, veitarar og myndugleikar. Stjórin skal tryggja, at fyritøkan framhaldandi er kappingarfør á altjóða marknaðinum og skal leiða eitt toymi á umleið 75 starvsfólk.
Vit leita eftir persóni, ið hevur sterka vitan um altjóða marknaðir og sølu, dugir væl at samstarva og skapa úrslit, og hevur royndir innan virkisleiðslu og framleiðslu. Umsøkjarin skal kunna arbeiða undir stórum trýsti, taka røttu avgerðirnar og hava viðkomandi útbúgving innan leiðslu og strategi.
Pelagos varð stovnað í 2014 og hevur ein árligumsetning á umleið 1 milliard krónur. Felagið selur vørur um allan heimin og leggur stóran dent á góðsku, burðardygd og rætta handfaring av rávøruni.
Jóhan Páll Joensen er stjóri á Pelagos, og nevndarformaður er Jan Petersen.