,

Broytingar í arbeiðsgongdum hjá heilsustarvsfólki til hoyringar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heilsumálaráðið hevur sent til ummælis Ríkislógartilmæli um at áseta virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og broyta virkisøkið hjá ljósmøðrum og tannrøktarum

Heilsumálaráðið sigur, at heilsu- og røktarstarvsfólk eru týdningarmiklasta tilfeingi í heilsuverkinum. Tað hevur stóran týdning at rammurnar fyri at útinna arbeiðsuppgávurnar eru so smidligar sum til ber, soleiðis at førleikar og yrkisføri verður nýtt skynsamt.

Saman við ríkislógartilmælinum verða millum annað tvær danskar kunngerðir sendar við til kunningar. Tað eru Bekendtgørelse Om Jordemødres Forbeholdte Virksomhedsområde og Bekendtgørelse om jordemødres forbeholdte virksomhedsområde M.V.

Sjúkrarøktarfrøðingar fáa eitt virkisøki, ið gevur teimum rætt til at taka blóðroyndir, koppseta, seyma sár og leggja katetur undir egnari ábyrgd.

Hjá ljósmøðrum verður virkisøkið víðkað, so tær kunnu taka blóðroyndir frá barnakonum og nýføddum, leggja katetrar, seta hol á hjálma og nýta ávís koppingarevni og heilivág.

Tannrøktarar fáa heimild til fleiri viðgerðir, millum annað fluoridviðgerð.

Broytingar skulu betra um arbeiðsgongdirnar og minka um óneyðuga bíðitíð hjá sjúklingum.

Mett verður ikki, at broytinganar hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

Lógin tryggjar eisini eina broyting, har farsóttarmálsøkið verður tikin úr heilsulógini, eftir at Føroyar hava yvirtikið hetta øki.