Søkt verður nú eftir ítróttafyriskipara til Oyggjaleikirnar 2027, sum skal hava ábyrgdina av ítróttaliga partinum av Betri Oyggjaleikum 2027.
Starvið gevur møguleika at skipa eitt altjóða ítróttatiltak, har 14 ítróttagreinar og Oyggjaleikanevndin samstarva um at tryggja vinalag, kapping og ítróttargleði.
Ítróttafyriskiparin skal standa fyri skipanini av kappingunum og skal tryggja, at allar ítróttagreinar verða væl fyriskipaðar í samráð við ítróttafeløg, venjarar og leikarar. Harumframt verður viðkomandi ein lykilpersónur í samskiftinum við altjóða umboð og ítróttafeløg, sum taka lut í leikunum.
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving og royndir innan ítrótt og fyriskipan, duga væl at samskifta bæði á føroyskum og enskum og hava førleikar innan teldutøkni. Arbeiðið er fjølbroytt og krevjandi, og tað er týdningarmikið at kunna arbeiða sjálvstøðugt, hava góð samstarvsevni og duga at skipa stór tiltøk.