Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U21 HM-endaspælið í manshondbólti í Póllandi seinni í juni.
Málverjar:
Vinstri vengur:
- Sofus í Selvindi, StÍF
- Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
- Niklas Gaard, Neistin
- Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
- Tóki Fríðriksson, KÍF
- Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
- Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (Svøríki)
Bakkar:
- Óli Mittún, GOG (Danmark)
- Høgni Heinason, H71
- Høgni Højsted, H71
- Rókur Ziskason, H71
- Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (Danmark)
- Trúgvi Hávardsson, StÍF
- Tróndur Johnsson, VÍF
Málverjavenjari er Mladen Mjerimacka, fysioterapeutur er Durita Rouch og liðleiðari er Høgni Vilhelmsen.
32 lið eru við í kappingini, sum verður spæld í Póllandi í døgunum 18. – 29. juni í býunum Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce. Føroyar spæla innleiðandi umfarið í Katowice.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum:
- Mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
- Hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
- Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar.
Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaðu soleiðis í EM-endaspælinum í 2024. Ísland nummar 7, Norðurmakedonia nummar 9 og Rumenia nummar 16. Føroyar vórðu nummar 18 av teimum 24 londunum.