Fíggjarmálaráðið ætlar at avtaka rundskriv nummar 9001 um fráfaringaraldur.
Í dag er fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum 72 ár, men landsstýrið ynskir at taka hann heilt burtur. Tað merkir, at aldur ikki longur verður einavgerandi fyri, nær starvsfólk skulu gevast í starvi.
Fráfaringaraldurin er fleiri ferðir broyttur seinastu árini. Í 2007 bleiv hann hækkaður úr 67 upp í 70 ár, og í 2013 varð gjørt møguligt at leingja setanina upp til tvey ár í senn, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. Í 2022 bleiv aldursmarkið hækkað til 72 ár, men við møguleika fyri leinging. Nú verður fráfaringaraldurin so heilt avtikin.
Landsstýrið væntar ikki, at hetta fer at hava stórar umsitingarligar avleiðingar. Almennu arbeiðsgevararnir eru longu vanir við at hava eldri starvsfólk í starvi, og ofta verður funnin ein serlig loysn, sum hóskar til hvørt einstakt starvsfólk, til dømis við niðursettari arbeiðstíð.
Hoyringar um uppskotið eru sendar almennum stovnum og fakfeløgum, og freistin at svara er 27. juni.