Í gjár var hátíðarløta hildin í Skálanum á Landssjúkrahúsinum, tí Sjúkrahúsverkið nú er universitetssjúkrahús.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, helt røðu og legði dent á týdningin av hesi broyting.
– Eitt universitetssjúkrahús er eitt samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu, segði hon.
Við lógarbroytingini, sum kom í gildi 1. juni 2025, og samstarvinum millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, er grundarlagið lagt fyri menning av sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving.
Landsstýriskvinnan greiddi frá, at málið er, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal brúka minst 2 prosent av rakstrarjáttanini til gransking og undirvísing.
Skipanin gevur heilsustarvsfólki møguleika at sameina gransking og arbeiði á sjúkrahúsinum, og hetta kann styrkja føroyska heilsuverkið og økja um áhugan hjá læknum og øðrum fakfólki at virka innan føroysku skipanina.
Les alla røðuna hjá landsstýriskvinnuni her: Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum
Á myndini: Steinar Eirikstoft, Súsanna Bertholdsen og Martin Tvede Zachariasen