Birgir Nielsen býráðslimur í Tórshavnar kommunu segði við tíðinasendingina hjá FM1 í gjár, at hann ikki tekur undir við at taka gjald fyri vanliga parkering í Havn.
Lurta eftir allari samrøðuni við Birgir Nielsen her:
Elsa Berg, borgarstjóri, hitti týsdagin Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, har millum annað parkeringsviðurskiftini vóru til umrøðu.
Hugskotið um gjald fyri parkering er ikki nýtt, og fleiri undanfarin býráð hava havt málið til umrøðu.