Fara at úbyggja og umvæla Glyvra skúla

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Runavíkar kommuna hevur sett gongd á stóru byggiverkætlanina at víðka og umvæla Glyvra skúla.

Orsøkin er, at verandi karmar eru ov trongir, og væntandi verður vøkstur í talinum av skúlabørnum komandi árini.

Verkætlanin fevnir um at víðka skúlan, so hann kann hýsa 0.-6. flokk við trimum flokkum fyri hvørt ár, umframt frítíðarskúla fyri 0.-2. flokk. Eisini skal fjósið norðan fyri skúlan umbyggjast , so at musikkskúlin kann húsast har.

Skúlin skal framhaldandi vera karmur um kvøldskúla, frítíðarvirksemi og almenn tiltøk.

Runavíkar kommuna skipar fyri verkætlanarkapping, har 3-5 undangóðkendir luttakarar kunnu lata inn tilboð. Uppgávan fevnir um heildarráðgeving og projektering, frá skipanaruppskoti til útboð í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit. Verkætlanin fevnir eisini um tilhoyrandi útiøki.

Glyvra skúli, sum varð tikin í nýtslu í 1956, skal við hesi verkætlan tryggjast bæði í stødd og sniði, soleiðis at hann verður betri egnaður til framtíðar tørv.