Í dag skrivaðu Fróðskaparsetur Føroya og Ilisimatusarfik í Grønlandi undir eina samstarvsavtalu, ið skal menna undirvísing, gransking og fyrisiting á universitetunum báðum.
Avtalan er galdandi í fimm ár og skal styrkja bondini millum Føroyar og Grønland og betra um vitanarumhvørvið.
Ein týðandi partur av avtaluni er flytføri hjá akademiskum starvsfólki, so tey kunnu undirvísa og granska tvørtur um landamørk. Somuleiðis verður samstarvað um lestrarfyrisiting, góðsku í útbúgvingum og ph.d.-skúla.
Starvsfólk á Setrinum hava áður vitjað universitetið í Grønlandi í sambandi við eina verkætlan um fyrisitingarnetverk millum smá universitet í Arktis. Á ferðini vórðu fundir og verkstovur hildnar, og síðan hevur samskifti millum partarnar ført til hesa avtalu, sum eisini gevur betri møguleikar at søkja fígging til gransking í Arktis.
Samstarvsavtalan er ikki bert orð á einum papíri – hon skal fremjast í verki og gera mun fyri framtíðina.

Gitte Adler Reimer kom ikki við tómum hondum til Føroya. Hon hevði ein grønlendskan “ulu” við sær, sum rektarin á Fróðskaparsetrinum tók ímóti. Í gomlum døgum brúktu kvinnurnar í Grønlandi hendan knívin til at flæsa kóp og onnur djór. Hann er handgjørdur, skaftið er úr furu, og figurarnir skornir úr reindýrahorni
