Hákun West av Teigum hevur longt sáttmálan við Füchse Berlin til 2028. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni síni í kvøld. Higartil var avtalan galdandi til 2026.
Hákun vaks upp í H71, áðrenn hann flutti til Danmarkar á hondbóltsakademiið hjá Skanderborg í 2018, og spældi við besta liðnum hjá Skanderborg Aarhus frá 2020 til 2023 áðrenn hann í 2023 skifti til Füchse Berlin í Bundesliguni.
Hetta kappingarárið hevur 23-ára gamli høgri vongurin veruliga fingið møguleikan, eftir at danski vongurin Hans Lindberg fór aftur til Danmarkar. Hann hevur skotið 75 mál í Bundesliguni og 28 mál í Champions League.
Füchse Berlin er bara ein sigur frá at vinna týska meistaraheitið fyri fyrstu ferð nakrantíð, og liðið skal eisini spæla í Final Four um at vinna Champions League mitt í juni.
– Samanhaldið í felagnum, venjarin og allir rundanum gera, at eg føli meg sera væl her. Eg eri fegin um at kunna leingja sáttmálan og gleði meg til fleiri ár í Berlin,” sigur Hákun West av Teigum við heimasíðuna hjá Füchse Berlin